Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
28. september 2026
Útgongur
12. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólki til nýggja sertilboðið "Gilið", sum lat upp í august í ár. Til sertilboðið eru knýttir tveir námsfrøðingar, sum tú kemur at arbeiða saman við. Starvið er 33 tímar um vikuna og verður sett skjótast til ber.

Í Fjallafípuni ynskja vit starvsfólk, ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður brúkt sum ein týðandi partur. Tí er tað altavgerandi, at tú sært møguleikar og hevur tokka til útilív. Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja vit stóran dent á at arbeiða við menningarætlan, viðurkenningarnari námsfrøði og Betri vinir.

Sum starvsfólk í toyminum fert tú at:

  • arbeiða tætt saman við starvsfeløgum um einstaka barnið
  • leggja til rættis, fremja og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi
  • arbeiða miðvíst við málum og menningarætlanum fyri børnini
  • skapa tryggar relatiónir og eitt gott læringsumhvørvi
  • vera partur av eini felags fakligari menning og sparring, eisini í tøttum samstarvi við Námsfrøðiligu ráðgevingina

Vit vænta, at tú:

  • hevur áhuga og møguliga royndir í at arbeiða við børnum við serligum tørvi
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • megnar at samskipa stovuvirksemi í samstarvi við onnur starvsfólk
  • hugsar tilvitað um menningina hjá tí einstaka barninum
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • ynskir at arbeiða við og eftir teimum málum, ið sett eru fyri stovnin
  • kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • ert álítandi og nærverandi
  • møtir væl upp og ert ábyrgdarfull/ur
  • ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
  • dámar væl at vera úti og brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum

Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2026. Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Bjørg Rasmusardóttir, leiðara, á telefon 251111. Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 42.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til sertilboðið í Fjallafípuna

Um Fjallafípuna
Fjallafípan er ein kommunalur dagstovnur við uml. 100 børnum í aldrinum 6 til 7 ár. Fjallafípan er staðsett "Úti í Grøv", har viðarlundin, áin, fjøran og hagin eru í nærumhvørvinum. Hesar umstøður eru ein náttúrligur partur av tí námsfrøðiliga arbeiðinum í Fjallafípuni, sum gevur børnunum góðar og øðrvísi møguleikar fyri stimbran og menning.

Líknandi størv

28. september 2026
28. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið