Kringvarp Føroya
Útgivið
28. september 2026
Útgongur
12. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Journalistur við royndum innan loftmiðlar og breiðum, samfelagsligum áhuga søkist

Tað avgerandi er ikki, um tær dámar best at gera sjónvarp, útvarp ella netjournalistikk. Tað avgerandi er góðska, trúvirði og at tú hevur eyga fyri, hvat er týdningarmikið at fortelja okkara hyggjarum, lurtarum og lesarum. Góð rødd og gott føroyskt mál eru tær til fyrimuns.

Tíðindadeildin hjá Kringvarpinum ger tíðindi og aktuellar sendingar til tríggjar pallar. Útvarp, sjónvarp og net. Tú skalt vænta at arbeiða á i minsta lagi tveimum teirra.

Skeivar og skiftandi arbeiðstíðir mugu væntast.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Vit bjóða

  • ein møguleika at gera góðan mun
  • ein gerandisdag í tøttum redaktionellum samstarvi við fotografar, ljóðfólk og aðrar journalistar
  • eitt arbeiðspláss, sum er við í øllum stórhendingum í samfelagnum

Tú skalt

  • hava stórt trúvirði og vera álítandi
  • tola tíðartrýst og virða tíðarfreistir
  • duga væl at brúka føroyska málið sum amboð
  • hava journalistisku grundførleikarnar, so tú kanst fara beint til arbeiðis

Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávunum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er í miðal 39 tímar um vikuna.

Evstamark at søkja er 12. oktober 2026. Umsóknir til starvið skulu sendast til umsokn@kvf.fo

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrina Petersen, tíðindaleiðara, telefon 296649, ella við at senda teldupost til katrinp@kvf.fo

Líknandi størv

28. september 2026
28. september 2026
28. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið