Lýsing
Endurlýsing
Heilsurøktari til eldrasambýlið Vesturstovu í Fuglafirði
Er tú okkara nýggi starvsfelagi?
Vit søkja eftir heilsurøktara til Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 17 sambýlispláss, harav nøkur eru stutttíðarpláss. Felags køkurin hjá Nánd er á Vesturstovu. Í røktini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, og hjálparfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka fimm dagar um vikuna. Eisini koma Fysio- og ergoterapeutar regluliga á Vesturstovu.
Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólkini, at hava samábyrgd av umsiting og dosering av heilivági og møguligum samskifti við lækna. Tú kemur at veita búfólkunum grundleggjandi røkt og umsorgan, at eygleiða og boða frá broytingum. Tú kemur at tryggja heilivágsgevan og sjúkrarøktarfakliga skjalfesting, Dentur verður lagdur á eitt lærandi umhvørvi, har tú kemur at læra frá tær við síðumansupplæring og undirvísing av starvsfeløgunum.
Talan er um
- Fast starv at byrja 1. november 2026 ella eftir avtalu
- Arbeiðstíðin er fulla tíð - ella eftir avtalu - í skiftandi vaktum, mest dagvaktir. Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti.
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving sum heilsurøktari
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
- skilir og kanst gera teg forstáiligan á føroyskum ella norðurlendskum
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.
Onnur útbúgving
Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum heilsuhjálpari verða settur í tíðaravmarkað starv ístaðin og sambært avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsuppgávurnar verða tillagar sambært útbúgving.
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730232 elsebeth@eystur.fo.
Umsókn við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: elsebeth@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 13. okt. 2026 kl. 12.
Tú kanst lesa meira um Nánd her.