Nánd-Heimatænastan
Útgivið
14. oktober 2026
Útgongur
28. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Parttíðarstarv
T-post
margret@nand.fo
Heimasíða

Lýsing

Vit søkja heilsurøktari ella heilsuhjálpara til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu, ovara hæddin.

Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk. Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur er 3 dagar um vikuna. Umframt koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Gøtubrá.

Um starvið
Starvið er á ovaru hæddini, har tað er pláss til 10 búfólk. Talan er um eitt starv á 20 tímar um vikuna at byrja 1. desember 2026 í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar sambært tínari útbúgving sum annaðhvørt heilsurøktari ella heilsuhjálpari.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • skilir og kanst gera teg forstáiligan á føroyskum ella norðurlendskum máli
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Um eingin við røktarútbúgving søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving við royndum innan røkt og umsorgan fyri eldri verða settur í tíðaravmarkað starv ístaðin.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvfólk hjá Nánd kunnu venja í venjingarhølunum á Miðstøðini ávísar tíðir

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Margret Poulsen, deildarleiðara, tlf. 730252 ella teldupost margret@nand.fo

Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: margret@nand.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28.10.2026.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið