DINO
Útgivið
18. oktober 2026
Útgongur
1. november 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Parttíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært
T-post
dino@dino.fo
Heimasíða

Lýsing

Nú letur Dino skjótt upp í Miðlon í Havn, og vit leita eftir fólki til okkara nýggja leikahandil. Vit skulu byggja eitt gott toymi upp og vilja fegin hava teg við! Vit skulu hjálpa bæði smáum og stórum at finna tað, tey leita eftir, og taka væl ímóti øllum, sum koma á gátt.

Vit hava tørv á:
Starvsfólkum til parttíðarstarv
At arbeiða fast annanhvønn leygardag og onkran seinnapart mitt í viku. Talan er um umleið 8 tímar um vikuna í miðal.

Avloysarum
At traðka til eftir tørvi, tá ið øðrum berst frá, ella nógv er at gera.

Jólahjálp
At hjálpa til í jólatíðini við avgreiðslu, gávupakking og øðrum arbeiði í handlinum. Vit avtala arbeiðstíðir og tímatal nærri.

Hvønn leita vit eftir?
Tær dámar at fáast við fólk, tú ert álítandi og fyrikomandi og hevur eyga fyri tí, sum skal gerast. Tú dugir at arbeiða saman við øðrum og tekur fegin eina hond í, har á stendur.

Arbeiðið er millum annað at vegleiða kundar, avgreiða við kassan, pakka gávur inn, seta vørur á hillarnar og halda handilin ruddiligan.

Hevur tú hug at søkja?
Send eina stutta umsókn til dino@dino.fo

Skriva eitt sindur um teg, hvat av størvunum tú søkir, og nær tú kanst arbeiða.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið