Lýsing
Brekumboðið søkir eftir einum lesandi til eitt spennandi lestrarstarv. Starvið verður sett frá 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.
Um starvið
Sum starvsfólk hjá Brekumboðnum verður tú partur av arbeiðinum at styrkja rættindi og møguleikar hjá fólki, ið bera brek. Tú fært innlit í virksemið hjá einum óheftum stovni, sum millum annað ráðgevur, ger kanningar, varpar ljós og miðlar vitan um brekrættindi.
Uppgávurnar fevna millum annað um:
- at fylgja við lógararbeiði, politiskum átøkum og samfelagsviðurskiftum, sum hava týdning
fyri fólk, ið bera brek - at kanna og greina lóggávu, frágreiðingar, hagtøl og annað viðkomandi tilfar
- at hjálpa til við at savna og skipa upplýsingar til kanningar og frágreiðingar
- at fyrireika uppskot til hoyringarsvar, frágreiðingar, vegleiðingar og kunningartilfar til
heimasíðu og miðlar - at fyrireika fakligt tilfar til fundir, framløgur og kunning
- samskifti og samstarv við myndugleikar og felagsskapir
- at loysa fyrifallandi skrivstovuuppgávur
Vit bjóða eitt mennandi lestrarstarv, har tú fært royndir við greiningararbeiði, almennari fyrisiting, samskifti og arbeiði við rættindum.
Førleikar
Vit vænta, at tú:
- ert undir hægri útbúgving, til dømis innan samfelagsvísindi, stjórnmálafrøði, løgfrøði ella
annað viðkomandi fakøki - hevur áhuga fyri mannarættindum og rættindum hjá fólki, ið bera brek
- dugir væl at leita eftir, lesa, meta um og skipa upplýsingar og hevur kunnleika til kvalitativar
og kvantitativar kanningarhættir - dugir at skriva greitt og miðla fakligt tilfar og samskiftir væl á føroyskum, donskum og
enskum - arbeiðir skipað, nærlagt og sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
Setanartreytir
Talan er um tímalønt starv, har arbeiðstíðin í miðal er umleið 10 tímar um vikuna, við møguleika fyri at arbeiða meira til tíðir. Starvið er tíðaravmarkað til lestrartíðina. Tann lesandi kann, í sambandi við próvtøkur o.a., avtala nærri um broytta arbeiðstíð. Løn sambært sáttmála við Starvsfelagið ella Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Starvsstaðurin er hjá Brekumboðnum, Klaksvíksvegur 77, 700 Klaksvík. Tann, ið verður settur, eigur at tola broytingar í starvinum.
Umsóknarfreistin er 22. november 2026. Umsókn, lívsrensl, prógv o.a. skulu sendast til eilif@brekumbod.fo. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eilif Magnusson Arge, stjóra á tlf. 781400.
Um Brekumboðið
Tvey fólk starvast hjá Brekumboðnum, sum er ein óheftur almennur stovnur. Brekumboðið arbeiðir fyri at fremja og verja rættindini hjá fólki, ið bera brek. Arbeiðið fevnir millum annað um ráðgeving, eftirlit og kanningar og at virka fyri, at sjónarmið og royndir hjá fólki, ið bera brek, verða hoyrd og tikin við.