Roðin økistænastan
Útgivið
6. november 2026
Útgongur
22. november 2027
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Parttíðarstarv, Faklært
T-post
rodin@rodin.fo
Heimasíða

Lýsing

Roðin søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til eitt spennandi og sjálvstøðugt samskiparastarv á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.

Starvið er á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er mánadag til hósdag kl. 8.00–15.00.

Um starvið
Á Eysturoyar røktar- og ellisheimi hevur Roðin fýra pláss til samdøgursrehabilitering og umlætting.

Endamálið við tilboðnum er at veita borgarum eitt tíðaravmarkað uppihald, har dentur verður lagdur á rehabilitering, røkt og stuðul við tí fyri eyga at styrkja ella varðveita førleikar og sjálvbjargni. Umlætting er samstundis eitt týdningarmikið tilboð til borgarar og avvarðandi.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur fært tú ein týðandi leiklut í at samskipa dagliga virksemið og tryggja, at hvør einstakur borgari fær eitt væl skipað tilboð, har dentur verður lagdur á greið mál, fakliga dygd og ein samanhangandi tænastu. Til plássini er ein serstøk visitatión, sum er mannað við samskiparanum, terapeutum, tørvsmeta og umboð fyri heimatænastuna. Tú verður sostatt eisini partur av tvørfakliga toyminum, sum metir um tørvin hjá borgarum og tekur avgerð um upptøku til plássini.

Tínar høvuðsuppgávur verða at:

  • Samskipa dagliga virksemið á teimum fýra rehabiliterings- og umlættingarplássunum.
  • Luttaka í serstøku visitatiónini og vera við til at meta um tørv og endamál við uppihaldi.
  • Samskipa og tryggja eina góða og samanhangandi tilgongd frá innskriving til útskriving.
  • Tryggja, at ein ætlan við greiðum málum verður løgd við støði í tørvi og førleikum hjá tí
    einstaka borgaranum.
  • Meta leypandi um gongdina og úrslitini saman við borgaranum og viðkomandi fakbólkum.
  • Hava sjúkrarøktarfakliga yvirlitið og tryggja, at tørvurin hjá borgarunum verður mettur og
    handfarin á fakliga nøktandi hátt.
  • Styrkja tvørfakliga samstarvið millum røktarstarvsfólk, terapeutarnar, heimatænastuna og
    aðrar samstarvspartar.
  • Tryggja gott samskifti við borgarar og avvarðandi.
  • Stuðla undir at rehabiliterandi hugsanarhátturin er ein natúrligur partur av dagliga arbeiðinum.
  • Vera við til at menna og góðskutryggja tilboðið.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Hevur KT - førleika á brúkarastøði
  • Hevur áhuga fyri rehabilitering og eldraøkinum.
  • Hevur góð evni at samskipa, raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt.
  • Dugir væl at samstarva tvørtur um fakbólkar.
  • Ert skipað/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur gott yvirlit.
  • Hevur ein jaligan, virðiligan og loysnarsinnaðan hugburð.
  • Dugir at seta borgaran og hansara tørv og ynski í miðdepilin.

Royndir innan rehabilitering og samskipan kann verða eru ein fyrimunur.

Vit bjóða tær:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við ábyrgd og ávirkan.
  • Møguleika at vera við til at menna rehabiliterings- og umlættingartilboðið í Roðanum.
  • Eitt spennandi tvørfakligt samstarv.
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning.

Setanarviðurskifti
Starvið er til setan 1. januar 2027 og verður lønt sambært sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF/Fíggjarmálaráðið.

Umsókn:
Umsókn við viðkomandi prógvum og C.V. verður at senda til rodin@rodin.fo Umsóknarfreistin er 22. november 2027.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Moniku Weihe Jacobsen, deildarleiðara tlf. 290203 ella við telduposti til monika@rodin.fo.

Líknandi størv

5. november 2026
Starvsfólk til Snjallabjallu   Faroe Islands nýtt
5. november 2026
Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
5. november 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið