Vit knýta fólk
og møguleikar saman.
Góðir møguleikar byrja, tá røttu fólkini finna hvønn annan.
Starvsportal er staðið, har fólk finna nýggjar leiðir í arbeiðslívinum, og arbeiðsgevarar finna førleikarnar, teir hava brúk fyri.
Fólkini eru tað týdningarmesta
Aftan fyri hvørt starv er eitt menniskja við førleikum, royndum og dreymum. Vit vilja gera tað lættari at finna møguleikar, sum skapa virði – bæði fyri tann einstaka og fyri arbeiðsplássið.
Einfalt at finna hvønn annan
Tað skal vera lætt at leita eftir starvi og einfalt at finna nýggj starvsfólk. Tí leggja vit dent á greiða kunning, smidligar loysnir og persónliga hjálp, tá tørvur er á henni.
Allar Føroyar. Allir møguleikar.
Frá minstu bygd til størsta bý. Vit vilja gera størv og førleikar sjónlig um alt landið, so landafrøðin ikki stendur í vegin fyri nýggjum møguleikum.
LAT OKKUM TOSA SAMANVit eru her
fyri at hjálpa.
Hevur tú spurningar um starvslýsingar, marknaðarføring ella samstarv? Ella hevur tú eitt hugskot, sum tú vilt deila við okkum? Set teg endiliga í samband við okkum. Vit hoyra fegin frá tær.
