Vitjandi á Starvsportal.fo

Røkk fólki, sum kunnu gerast tykkara næstu starvsfólk

Røttu fólkini leita ikki altíð eftir nýggjum starvi. Summi leita miðvíst, meðan onnur fáa áhuga fyri einum nýggjum møguleika, tá tey síggja hann.
Á Starvsportal gera vit tykkara starv sjónligt fyri fólki, sum leita eftir arbeiði. Við miðvísari marknaðarføring kunnu vit eisini røkka teimum, sum ikki sjálvi eru farin at leita.

Soleiðis virkar lýsingarkervið

Umleð 16.200 brúkarar um mánaðin

Starvsportal hevur leingi verið ein savningarstaður fyri fólk, sum fylgja við á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í august 2025 vitjaðu umleið 16.200 einstakir brúkarar portalin.

92% í Føroyum

Vit røkka einum málbólki við sterkari tilknýting til føroyska arbeiðsmarknaðin. Í august 2025 vóru 92% av skrásettu brúkarunum í Føroyum.

Upp í 3.527 vitjanir á eina starvslýsing

Ein góð starvslýsing kann vekja stóran áhuga. Í tíðarskeiðinum januar–oktober 2026 hevði ein einstøk starvslýsing upp í 3.527 vitjanir. Hagtølini eru søgulig og vísa dømi um ferðslu og áhuga. Úrslitini kunnu vera ymisk frá starvi til starv

Meira enn bara ein starvslýsing

At finna rætta starvsfólkið snýr seg ikki bara um, hvussu nógv síggja lýsingina, men eisini um hvør sær hana.
Við Starvsportal kunnu tit sameina sjónligheit á einum føroyskum starvsportali við marknaðarføring á Google, Facebook og Instagram.

Røkk longri. Finn rætta fólkið.

Tey bestu starvsfólkini leita ikki altíð eftir nýggjum starvi. Men rætti møguleikin kann vekja áhugan.
Við Starvsportal kunnu tit gera tykkara starv sjónligt fyri teimum, sum longu leita, og við miðvísari marknaðarføring eisini røkka fólki, sum ikki aktivt eru á starvsmarknaðinum.

Vit hjálpa tykkum at fáa boðskapin út til rætta málbólkin – á Starvsportal, Google, Facebook og Instagram.
Tí rætta starvsfólkið skal ikki bara leita eftir tykkum. Tit skulu eisini kunna finna tað.

Sí pakkar og prísir

Lat okkum hjálpa tykkum at finna rætta fólkið

Hvørt starv hevur sínar avbjóðingar. Vit hjálpa tykkum at velja eina loysn, sum hóskar til starvið, málbólkin og tykkara tørv.
Stovna eina starvslýsing í dag, ella set teg í samband við okkum.

info@starvsportal.fo · 285152

Stovna starvslýsing