Hvussu skrivar tú eina góða starvslýsing?

Ein góð starvslýsing gevur røttu fólkunum hug at søkja.

Byrja við hesum seks ráðunum. Les alla vegleiðingina, tá ið tú vilt hava fleiri dømi og eina kanningarskrá.

Hví hevur ein góð starvslýsing týdning?

Fanga áhugan

Ein greiður inngangur gevur fólki eina orsøk at lesa víðari.

Røkk røttu fólkunum

Eitt kent starvsheiti og ítøkiligar uppgávur hjálpa fólki at kenna seg aftur í starvinum.

Fá fleiri viðkomandi umsóknir

Greið krøv og einføld umsóknarleið gera tað lættari hjá skikkaðum fólki at søkja.

6 ráð til eina betri starvslýsing

Vel eitt greitt starvsheiti

Nýt eitt heiti, sum fólk kenna og leita eftir.

Fanga áhugan í innganginum

Sig, hvat ger starvið áhugavert, í fyrsta brotinum.

Greið frá arbeiðsuppgávunum

Nevn høvuðsuppgávurnar og vís, hvussu ein vanligur arbeiðsdagur sær út.

Lýs krøvini greitt

Skil ímillum neyðugar førleikar og tað, sum er ein fyrimunur.

Vís, hvat tit hava at bjóða

Nevn arbeiðsumhvørvi, menningarmøguleikar og viðurskifti, ið hava týdning fyri umsøkjaran.

Ger tað lætt at søkja

Sig, hvussu fólk søkja, hvat tey skulu senda, og nær freistin er.

Dømi um eina betri starvslýsing

Veik orðing

Vit sóknast eftir einum røskum starvsfólki til ymiskar uppgávur.

Betri orðing

Sum kundaráðgevi svarar tú fyrispurningum, fylgir bíleggingum og hjálpir kundum at finna røttu vøruna. Tú fært upplæring og arbeiðir saman við einum toymi.

Vit kunnu eisini hjálpa tykkum

Serpláss

Ver sjónlig, har fólk leita eftir starvi

  • Serpláss á starvstorginum
  • Við í starvsvaktum
  • Sjónligt á sosialum miðlum
  • Røkk betri tiemum sum leita í størvum
1.480 kr.
Upp til 14 dagar

uttan MVG

Vel Serpláss
Stimbra starvslýsing

Røkk eisini teimum ið ikki leita eftir starvið

  • Sera sjónligt
  • Marknaðarføring á Google, Facebook og Instagram
  • Málrættaður boðskapur til uml. 35.000 profilar
  • Meira enn ein starvslýsing
200 kr./ dag

uttan MVG

Vel Stimbra Um vøruna og spurningar
Vangalýsing

Verð fyrst í huganum hjá umsøkjarum

  • Fullfíggjað, málrættað lýsingarherferð
  • Styrktur arbeiðsgevaraprofilur
  • Serstakt grafiskt snið
  • Lat tykkara arbeiðspláss skara framúr
5.980 kr.
Upp til 28 dagar

uttan MVG

Vel Vangalýsing Um vøruna og spurningar

Til reiðar at leggja tykkara starv út?

Stovna starvslýsing