Tín framtíð.
Tínir møguleikar.
Um tú ert klárur til nakað nýtt ella bara forvitin — vit gera tað lætt at finna títt næsta starv í Føroyum.
Finn títt næsta starvFinn rætta starvið
Leita eftir starvi, øki ella starvsslagi. Færri óneyðug stig, fleiri viðkomandi møguleikar.
Goym til seinni
Eitt lítið bókamerki, ein stór hjálp. Finn tíni goymdu størv aftur í sama kaga.
Fá boð um nýggj størv
Vel tína leiting og fá eitt dagligt ella vikuligt yvirlit. Tú ræður sjálv/ur.
EINFALT FRÁ BYRJANMinni leiting.
Fleiri møguleikar.
Tú skalt ikki stovna profil ella fylla frymlar út fyri at finna áhugaverd størv. Les lýsingina, sí umsóknarfreistina og søk beinleiðis hjá arbeiðsgevaranum.
Vit gera fyrsta stigið lættari.
Kanska er rætta starvið
longu her.
Sí øll størv Spurningar og svar fyri starvssøkjandi
Er tað ókeypis at leita eftir starvi?
Ja. Tú kanst leita eftir størvum og lesa starvslýsingar ókeypis og uttan at stovna brúkara.
Hvussu finni eg størv, sum hóska til mín?
Leita eftir starvsheiti, fyritøku ella lyklaorði. Tú kanst eisini avmarka leitingina eftir øki, starvsslagi og starvsbólki.
Hvussu goymi eg eina starvslýsing til seinni?
Trýst á bókamerkið við lýsingina. Tú finnur goymdu størvini aftur við bókamerkisknøttinum á starvstorginum í sama kaga.
Hvussu fái eg boð um nýggj størv?
Vel tína leiting og trýst á Stovna starvsvakt. Vel daglig ella vikulig boð og vátta teldupostbústaðin við leinkjuni í váttanarboðunum. Tú kanst melda teg frá aftur við leinkjuni í boðunum.
Hvussu søki eg eitt starv?
Lat starvslýsingina upp, kanna umsóknarfreistina og fylg vegleiðingini í lýsingini. Arbeiðsgevarin kann biðja teg søkja á síni egnu umsóknarsíðu ella við telduposti.
Hvønn spyrji eg um starvið ella mína umsókn?
Set teg í samband við arbeiðsgevaran, sum stendur í lýsingini. Arbeiðsgevarin kann svara spurningum um starvið, umsóknina og setanartilgongdina.
