Felagins lýsing

Vit veita heimabúgvandi fólkapensjónistum tænastur, ið kunnu stimbra likamliga, sálarliga og sosialt soleiðis, at borgarin kann búgva í egnum heimi sum longst.

 

Samskipað heildartænasta

Endamálið hjá Vesturvón er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Vesturvón heldur til á heiminum á Sýnini, og fevnir um heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, rehabilitering, terapeutiskar venjingar, matartænastu og dagtilboð.Vesturvón virkar fyri:

  • at fyribyrgja sjúku,
  • at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnað borgarans,
  • at endurmenna mistan førleika,
  • at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan,
  • at veita røkt og umsorgan.

Avgerðir um tænastur og tilboð skulu vera grundaðar á fakliga tørvsmeting.

Avgerðirnar skulu tryggja, at borgarin við størsta tørvi á persónligari hjálp, røkt ella stuðli fær í boði eitt samskipað heildartilboð.

Hjálpin skal taka atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt borgarans, og skal í størst møguligan mun verða veitt í samráð og í samstarvi við hin einstaka, og í øðrum lagi við tey avvarðandi, við samtykki frá tí einstaka.

Leys størv í Vesturvón

Ongar starvslýsingar funni.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið