Ítróttardagstovnaøkið í Vestmanna
Útgivið
21. oktober 2026
Útgongur
4. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Parttíðarstarv, Fast starv, Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært
T-post
starv@vestmanna.fo
Heimasíða

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólk til Kongskjallarin at arbeiða 20-25 tímar um vikuna at byrja skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu.

  • Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Vit á Ítróttardagstovnaøkinum í Vestmanna leita eftir eldhugaðum starvsfólki til Kongskjallaran, sum húsar 22 børnum frá 1. til 2. flokk. Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum hevur hjartað fyri børnum, og sum brennir fyri at skapa rørslugleði og trivnað gjøgnum dagligar ítróttaligar- og skapandi aktivitetir.

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi og mennandi starv í einum umhvørvi, har rørsla og spæligleði eru í hásæti.
  • Møguleika at seta tín dám á menningina av einum virknum dagligdegi.
  • Eitt toymi av dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum.
  • Tætt samstarv við foreldur og leiðslu.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri og royndir við rørslu, ítrótti ella líknandi.
  • Dugir at skapa tryggar og spennandi karmar fyri børnini.
  • Ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • Hevur útbúgving innan námsfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving (ikki krav, men ein fyrimunur).

Forvitin??? Námsfrøðiligur leistur - Vestmanna kommuna

Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til starv@vestmanna.fo

Umsóknarfreistin er mikudag 4. November 2026 kl. 12.00, samrøður vera leypandi.

Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770130 ella teldupost Morten@vestmanna.fo

Líknandi størv

19. oktober 2026
14. oktober 2026
12. oktober 2026
7. oktober 2026
Deildarleiðari til KØKIN   Faroe Islands nýtt
6. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið