Nánd-Heimatænastan
Lýsing
Heilsuhjálpari til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu, ovara hæddin
Røktardeildin á Gøtubrá søkir eftir heilsuhjálpara til tíðaravmarkað starv.
Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur 3 dagar um vikuna, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk. Ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.