Lýsing
Ert tú klár/ur at taka eitt fet inn í eina spennandi vinnu, har tú lærir um nýggjastu tøkni innan teldur, sjónvarp, ljóðútgerð, skipstøkni v.m. So er hetta tín møguleiki.
Í Radiobúðini eru vit 13 starvsfólk, sum er serkøn innan sølu, uppsetan og tænastu av elektroniskari skipsútgerð. Vit veita eina breiða tænastu til føroyska skipaflotan og til landsbaseraðar kundar, har dygd og trygd eru í hásæti. Vit eru altíð jalig eftir dugnaligum og ágrýtnum lærlingum, sum hava hug at menna seg innan hetta áhugaverda øki.
Læruplássið:
Sum lærlingur hjá okkum kemur tú at læra:
- Kundatænastu og ráðgeving.
- Um vøruútstilling.
- Goymslustýring og bílegging av vørum.
- Kassa- og telduskipan.
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri tøkni og elektronikki.
- Hevur áhuga fyri sølu.
- Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.
- Ert røkin, sjálvstøðug/ur og tekur ábyrgd.
- Hevur hug at læra nýtt og menna teg fakliga.
- FHS ella Handilsskúlapróv er ein fyrimunur.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og fjølbroytt lærlingastarv í einum dynamiskum umhvørvi.
- Møguleika at arbeiða við nýmótans skipsútgerð og nýggjastu tøkni.
- Samanhald og eitt gott arbeiðspláss.
- Lagaligar treytir og góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
- Møguleika fyri føstum starvi eftir lokna lærutíð.
- Løn eftir avtalu
Umsóknir og nærri kunning:
Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn saman við CV til rb@rb.fo ella ring á 228025 fyri nærri kunning.
Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!
Radiobúðin
Heiðavegur 50-52
600 Saltangará
radiobud.fo