Vøggan Sp/f
Lýsing
Vit søkja eftir lærlingi
Tú fert millum annað at arbeiða við:
- Sølu og kundatænastu
- Innrætting og vøruframsýning
- Bíleggingum og vørustýring
- Marknaðarføring og sosialum miðlum
- Fyrisitingarligum arbeiðsuppgávum
- Verkætlanum og nýskapan
Vit vænta at tú:
- Hevur lokið Hægri Handilsskúla, HF ella aðra miðnámsútbúgving
- Hevur góðan hugburð og vilja at læra
- Ert fyrikomandi og dámar væl at arbeiða saman við øðrum
- Tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
- Ert skipað/ur og ágrýtin
- Hevur áhuga fyri handli, marknaðarføring og menning
Vit kunnu bjóða:
- Eina spennandi og góða handilsútbúgving
- Innlit í allar týdningarmiklar partar av fyritøkuni
- Góða vegleiðing og stuðul gjøgnum lærutíðina
- Eitt jaligt og livandi arbeiðsumhvørvi
- Møguleika at menna bæði fakligar og persónligar førleikar
- Nógvar læruríkar upplivingar
Freistin at søkja er 12. juli 2026, starvið verður sett í august.
Umsóknin skal sendast til helena@voggan.fo
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Helenu Hansen á tlf. 258481 ella á helena@voggan.fo.