Lýsing
Dugni søkir eftir køks- og reingerðarfólki
Um Dugna
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál er at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og skúling til tey, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknað og/ella undirvísingarstovnar. Fyritíðarpensjónistar mynda eisini ein stóran og týðandi part av virkseminum hjá Dugna.
Um starvið
Á deildini á Hjalla verður skipað fyri arbeiðsvenjing í eitt nú køki, handli, á træverkstaði og á skapandi verkstaði. Sum nakað nýtt verður reingerðin á stovninum nú løgd um, og skipað sum arbeiðsvenjing hjá næmingum og fyritíðarpensjónistum. Til hesa uppgávu krevst eitt starvsfólk, ið kann standa á odda og tilrættisleggja arbeiðsvenjingina, og sum eisini kann luttaka í dagliga arbeiðinum, og gera reint eftir tørvi.
Køksuppgávur eru eisini partur av starvinum, og saman við starvsfólki í køkinum, og í felag við næmingar og fyritíðarpensjónistar, hevur tú sum starvsfólk til uppgávu at luttaka í dagliga arbeiðinum í køkinum. Tað er týdningarmikið, at tú sum starvsfólk megnar at skipa uppgávurnar væl; at tú sjálv/ur luttekur, samstundis sum tú kveikir og skapar eitt mennandi arbeiðsumhvørvi við stuðli og vegleiðing.
Sum starvsfólk hevur tú ábyrgd av menningini og trivnaðinum hjá teimum, ið vit á Dugna varða av. Umframt reingerðar- og køksuppgávur, eru samrøður, førleikametingar, ráðleggingarskriv o.a. ein týðandi partur av arbeiðinum. Dugni hevur tætt samstarv við Almannverkið og aðrar stovnar, og at stuðla fólki út á arbeiðsmarknaðin ella í annað, hóskandi tiltak, er ein týðandi partur av virkseminum.
Tað er ein fyrimunur um tú:
- Hevur útbúgving ella viðkomandi royndir frá sosiala ella námsfrøðiliga økinum
- Hevur áhuga og royndir innan matgerð og køksarbeiði.
- Hevur royndir við reingerðararbeiði
Okkum tørvar eitt starvsfólk, ið:
- Er ábyrgdarfult og álítandi
- Hevur jaligan og virðiligan hugburð
- Hevur yvirlit, og megnar at arbeiða skipað
- Dugir at laga seg eftir broyttum umstøðum
- Er álítandi og røkin
Vit bjóða
- Ein gerandisdag saman við dugnaligum starvsfelagum, ið hvønn dag gera sítt til at geva fólki nýggjar møguleikar og størri tilknýti til arbeiðsmarknaðin
- Eitt arbeiðsumhvørvi í støðugari menning
- Møguleikar fyri fakligari menning
Løn og setanartreytir
Talan er um starvsbrøk á 0,71 (28,4 tímar pr. viku). Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 1 .okt. ella skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pædagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum og lívsrensli skulu sendast til dugni@dugni.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10.08.2026 kl. 12.
Ynskir tú nærri kunning um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Barbaru Hilduberg, deildarleiðara, á tel. 292974 ella á teldupost barbarah@dugni.fo