Løgmansskrivstovan
Útgivið
28. oktober 2026
Útgongur
15. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
starv@tinganes.fo
Heimasíða

Lýsing

Aðalstjóri til Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Søkt verður eftir einum dugnaligum og framskygdum aðalstjóra til Uttanríkis- og fiskimálaráðið

STARVIÐ SUM AÐALSTJÓRI
Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum (UFMR). UFMR fevnir um Uttanríkistænastuna og Fiskivinnudeildina. Stovnar undir UFMR eru Havstovan og Vørn. Aðalstjórin er ovasti stjóri fyri UFMR.

Aðalstjórin ráðgevur í fakligum spurningum og politiskum viðurskiftum í sambandi við, at mál hjá landsstýrismanni skulu fremjast.

Aðalstjórin skal tryggja landsstýrisfólkinum dygdargóða tænastu í øllum tiltøkum og avgeringum, sum landsstýrisfólkið fær. Tað er somuleiðis ábyrgdin hjá aðalstjóranum at tryggja, at avgerðir eru lógligar og rættar.

Aðalstjórin skal hava gott innlit í politisk og fyrisitingarlig viðurskifti og vitan um tær treytir, ið eru avgerandi í einari politiskari fyrisiting.

Við støði í leiðlunum er týdningarmikið, at landsstýrisfólkið og aðalstjórin hava fult álit sínámillum. Tey eiga at hava eina felags fatan av leiðslurúminum hvør hjá øðrum soleiðis, at tey altíð vita hvør av øðrum í gerandisdegnum.

STUTT UM LANDSFYRISITINGINA
Landsfyrisitingin er embætisverkið hjá landsstýrinum. Hon fevnir um sjey stjórnarráð og 140 stovnsfólk. Í øllum stjórnarráðnum verður dentur lagdur á at skapa eina fakliga sterka og dynamiska fyrisiting, sum liður í hesum leggur fyrisitingin upp til møguleikan hjá embætisverkinum at skifta millum ráð og fáa ymiskar royndir úr allari fyrisitingini. Hesin møguleiki er somuleiðis galdandi fyri aðalstjórar.

HØVUÐSUPPGÁVUR
Aðalstjórin skal leiða og samskipa arbeiðið í UFMR. Høvuðsuppgávurnar eru at:

  • F samskipa og fyrireika uppgávur innan málsøkini hjá UFMR
  • Fyrireika lógir, kunngerðir og reglugerðir innan málsøkið.
  • Leiða arbeiðið í UFMR og tryggja, at stjórnarráðið virkar í samsvari við politisk mál.
  • Hava eftirlit við stovnum undir UFMR.

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR
Starvið krevur útbúgving frá hægri lærustovni á hædd við kandidat-/masterprógv, týðandi og viðkomandi leiðsluroyndir í mun til uppgávurnar, sum starvið fevnir um.

Væntað verður, at umsøkjarin megnar at arbeiða undir trýsti, hevur ein mennandi leiðslustíl og er slóðbrótandi í strategiskum arbeiði.

Tað er av týdningi, at umsøkjarin megnar at seta greið mál, skapa úrslit og dugir at raðfesta og deila út uppgávur. Umsøkjarin má hava góðar samskiftisførleikar bæði munnliga og skrivliga.

VILT TÚ HOYRA MEIRA?
Hevur tú spurningar ella hug at hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til John Rajani, løgmansstjóra, á tel. 55 50 16.

SETANARVIÐURSKIFTI
Aðalstjórastarvið er sáttmálasett. Starvið er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Lønin er í løtuni 74.036,84 kr. um mánaðin umframt eina aðalstjóraviðbót á 6.941 kr.

Starvið er áramálssett í 7 ár við møguleika fyri leingjan í upp til 3 ár. Fyri áramálssetan verður veitt ein mánaðarlig viðbót upp til 20% av grundlønini. Umframt sáttmálasettu lønina verður veitt 15% í eftirløn av samlaðu lønini.

Er tann, ið verður settur, longu tænastumaður, verður starvið tó sett sum tænastumannastarv.

Setanarøkið fevnir um UFMR, stovnar undir tí, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni UFMR.

SØK STARVIÐ HER
Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, kanst tú senda eina umsókn við upplýsingum um útbúgving, lívsroyndar­lýsing og møguligum viðmælum til starv@tinganes.fo.

Freistin er sunnudagin 15. november 2026.

Starvið verður sett 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

LØGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister’s Office

Líknandi størv

28. oktober 2026
28. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið