Lýsing
Vit leita eftir einum bakara til okkara dagligu framleiðslu.
Arbeiðið er ein týðandi partur av rakstrinum og krevur nærlagni.
Hjá okkum verður bakað hvønn dag til okkara egna handil og café, umframt til handlar kring Norðoyggjar.
Vit baka m.a. føroyskt rugbreyð, fransbreyð, wienarbreyð, rundstykkir og ymisk serbreyð.
Arbeiðsuppgávur:
- Daglig framleiðsla av breyði og bakstri
- Deiggjgerð, heving og baking
- At fylgja framleiðsluætlanum og arbeiðsgongdum
- Reinføri og røkt av arbeiðsplássi og útgerð
- Arbeiðstíðin er skiftandi og fevnir um bæði dag- og náttar arbeiði.
- Vaktirnar kunnu skifta frá viku til viku.
Vit leita eftir tær, sum:
Ert útbúgvin bakari Hevur royndir við framleiðslu av bakstri Arbeiðir skipað og er álítandi Megnar eitt arbeiði, har ferðin kann vera høgt
Vit bjóða:
- Eitt fast fulltíðarstarv
- Støðugar arbeiðsumstøður
- Góðar starvsfelagar
- Løn sambært sáttmála Setan:
Skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Umsókn:
Send umsókn til post@amarant.fo
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tlf - 523185