Runavíkar Kommuna
Útgivið
20. august 2024
Útgongur
25. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú byggifrøðingur ella verkfrøðingur og kundi hugsað tær starv á framsøknari deild?

Á teknisku deild í Runavíkar kommunu er eitt spennandi starv leyst at søkja.
Høvuðsuppgávan er at leggja ætlanir fyri og føra út í verki arbeiðið á tekniska økinum - undir hesum at standa fyri projekteringum, útbjóðingum, eftirliti og byggiroknskapi í teimum byggiarbeiðum, ið deildin hevur um hendi.

Uppgávur
Tú vísir til býarverkfrøðingin, og okkara uppgávur eru í høvuðsheitum hesar:

  • Verkætlanarbeiði og eftirlit
  • Býar- og byggiráðlegging
  • Anlegsarbeiði
  • Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiði
  • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
  • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum

Fakligir førleikar
Ynskiligt er, at tú í stóran mun hevur hesar fakligu førleikar:

  • Útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving
  • Tekniskan førleika í projekteringsarbeiði og stýring av byggiverkætlanum
  • Dugir at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit og ArcGIS

Persónligir eginleikar
Ynskiligt er at tú ert:

  • tænastusinnað/ur, nærverandi og týðilig/ur
  • hevur góð evni og dámar væl at samstarva og samskifta
  • røkin og hevur gott yvirlit
  • og ert fyrikomandi við jaligum sinni og er opin fyri tillagingum

Løn og setan
Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 1. oktobur 2024 ella eftir nærri avtalu.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya ella avarandi fagfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Umsókn, saman við CV, mynd, avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 25. august 2024. Søk starvið her.

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Maritu Hentze, býarverkfrøðing á tlf. 237070, ella við telduposti til: marita@runavik.fo

Líknandi størv

12. maj 2025
12. maj 2025
9. maj 2025
9. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið