Runavíkar Kommuna
Útgivið
9. november 2026
Útgongur
4. december 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
marita@runavik.fo
Heimasíða

Lýsing

Byggifrøðingur til Runavíkar kommunu

Ert tú byggifrøðingur kundi hugsað tær starv á framsøknari deild?
Runavíkar kommuna søkir eftir byggifrøðingi til spennandi starv á Teknisku deild. Tekniska deild skal m.a. tryggja, at felagsognin hjá kommununi er væl røkt, og at byggiverkætlanir vera framdar skynsamt. Høvuðsuppgávan hjá byggifrøðinginum er at leggja ætlanir og at fremja hesar í verki.

Uppgávur
Byggifrøðingurin vísir til býðarverkfrøðingin, og uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

  • · Stýring av viðlíkahaldsarbeiði fyri kommunalar bygningar og ognir
  • · Projektøringsarbeiði og stýring av byggiverkætlanum
  • · Tvørfakligt verkætlanararbeiði í sambandi við projektering, útbjóðing, eftirlit og byggiroknskap
  • · Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum
  • · Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði

Fakligir førleikar
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava hesar fakligu førleikar:

  • · Útbúgving sum byggifrøðingur við handverkaraútbúgving ella byggitøkningur við handverkaraútbúgving
  • · Tekniskan førleika í projekteringsarbeiði og stýring av byggiverkætlanum
  • · Duga at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit

Persónligir eginleikar
Tað er umráðandi, at tú er røkin, fyrikomandi, opin og dámar væl at hava ábyrgd. Tað er eisini týdningarmikið, at tú hevur góð evni at samstarva og samskifta við ymiskar áhugapartar, sum borgarar, vinnulív og almennar myndugleikar. Harumframt er umráðandi, at tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Løn og setan
Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 1. februar 2027 ella eftir nærri avtalu. Starvið sum byggifrøðingur verður lønt sambært sáttmála millum Akademikarafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn og upplýsingar
Umsókn, saman við CV, mynd, avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um, skal sendast við telduposti til: marita@runavik.fo.

Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. desember 2026.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Maritu Hentze, býðarverkfrøðing á tlf. 237070, ella við telduposti til: marita@runavik.fo.

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu: www.runavik.fo

Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum og búgva uml. 4.650 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa.

RUNAVÍKAR KOMMUNA

Á Teknisku deild starvast í løtuni 2 verkfrøðingar, 3 byggifrøðingar, 1 umhvørvisfólk og 1 rakstrarleiðari, umframt býarverkfrøðingin og 1 samskipari. Harumframt hava uml. 15 starvsfólk, umvegis rakstrarleiðaran, tilknýti til Teknisku deildina.

Líknandi størv

Landsdemenssamskipari til Suðuroynna   Faroe Islands nýtt
9. november 2026
9. november 2026
9. november 2026
9. november 2026
9. november 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið