Lýsing
Skógrøkt hevur tørv á dugnaligum starvsfólki at arbeiða í viðarlundunum í Tórshavnar kommunu.
Í høvuðsheitum er talan um viðarlundirnar og fríøkini í Gundadali, í Kerjum, í Grið, í Havnardali og í Hoydølum. Tú verður við til at tryggja, at viðarlundirnar eru væl hildnar, tryggar og innbjóðandi hjá vitjandi.
Uppgávurnar fevna m.a. um at:
- hava umsjón við viðarlundunum, herundir rudding av burturkasti og øðrum
- røkja og viðlíkahalda grøn økir, runnar og annan trævøkstur
- fremja vanligt viðlíkahald av gøtum, girðingum, beinkjum v.m.
- fylgja við støðuni í økjunum og boða frá tørvi á ábøtum og átøkum í viðarlundunum
- taka lut í átøkum at menna og skipa viðarlundirnar, herundir nýplanting og betran av grønum økjum
Arbeiðið er í stóran mun praktiskt og fer fram úti í viðarlundunum, og tí er týdningarmikið, at tú trívist við
kropsligum arbeiði og við skiftandi arbeiðsumstøðum.
Tann, ið verður sett/ur kemur í stóran mun at arbeiða sjálv/ur í viðarlundunum. Tó verður arbeitt í toymum, tá størri uppgávur skulu fremjast.
Umframt arbeiðið í viðarlundunum kemur tú at luttaka í uppgávum eftir tørvi á virkisøkinum hjá Skógrøkt.