Lýsing
Sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu
Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella heilsurøktara til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Starvið er á niðaru hædd. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur fýra dagar um vikuna, og ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.
Dámar tær væl at arbeiða við fólki við demens og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi.
Starvið
- Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna at byrja 1. oktober 2026 ella skjótast gjørligt
- Arbeiðstíðirnar eru dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti
Vit vænta at tú
- hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
- hevur góð samstarvsevni
- hevur vitan og royndir innan demensumsorgan
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- skilir og kanst gera teg forstáiligan á føroyskum ella norðurlendskum
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- tryggjar sjúkrarøktarfakliga skjalfesting
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi arbeiðspláss
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Margret Poulsen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost margret@eystur.fo
Umsókn saman við prógvum, tilvísingum v.m. skulu sendast til: margret@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 09.09.2026 kl. 12.
Meira kann lesast um Nánd her.