Lýsing
Kanst tú ímynda tær at leiða og menna trygdina á Føroya altjóða flogvølli? Trívist tú í einum fakliga spennandi arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum og stórari ábyrgd? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.
Vága Floghavn søkir eftir einum eldhugaðum og ábyrgdarfullum trygdarleiðara at byrja skjótast gjørligt.
Um starvið
Tín høvuðsuppgáva verður at dagføra og menna trygdarætlanina hjá Vága Floghavn í mun til tey støðugt herdu lógarkrøvini á security-økinum. Høvuðsuppgávan er eisini at skipa góðskueftirlitið, ið skal tryggja, at fyriskipanir og mannagongdir verða hildnar.
Tú kemur at hava tætt samstarv við Trafikstyrelsen um trygdarætlanina og fyribyrgjandi tiltøk innan atgongdarviðurskifti til flogvøllin, yvirveking, kanning av ferðafólki, viðføri, frakt og tilfari v.m. Tú fert eisini at hava samstarv við aðrar flogvallir og aðrar myndugleikar og fyritøkur. Harumframt eru nógvar broytingar við t.d. nýggjum hølum, ið skulu leggjast til rættis eftir serligum reglum.
Ábyrgdarøkið sum trygdarleiðari fevnir breitt; eitt nú fært tú ábyrgd fyri útbúgvingarøkinum, tøkni, cyber-security og ymsum broytingarverkætlanum.
Um teg
Arbeiðsøkið fevnir um eitt fjølbroytt virkisøki og ein samansettan starvsfólkahóp. Tí hevur samstarv, samskifti og leiðsla stóran týdning í starvinum.
Vit leita eftir tær, sum:
- hevur viðkomandi hægri útbúgving ella drúgvar royndir innan eitt nú fyrisiting, leiðslu, lóggávu, góðskustýring ella líknandi
- við fyrimuni hevur royndir innan trygd ella flogferðslu
- dugir at arbeiða skipað við lógum, reglum og mannagongdum
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni umframt hegni at leiða
- arbeiðir sjálvstøðugt og skipað, samstundis sum tú dugir væl at samstarva tvørtur um fakøki
- hevur góðar telduførleikar
- dugir føroyskt og danskt í skrift og talu og hevur góðar førleikar á enskum
Vit bjóða
- eitt avbjóðandi og sjálvstøðugt leiðarastarv við stórari ábyrgd
- møguleika at ávirka menningina av trygdini á okkara altjóða flogvølli
- eitt arbeiðspláss í støðugari menning og vøkstri
- ein fakliga sterkan og hjálpsaman starvsfólkahóp
- góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
Um Vága Floghavn
Vága Floghavn er loftvegis portur Føroya til altjóða sambond og tryggjar smidligt og trygt flogsamband við umheimin.
Vága Floghavn er í eini spennandi menningartilgongd og fleiri áhugaverdar byggiverkætlanir standa fyri framman. Ferðafólkatalið er støðugt vaksandi og starvsfólkahópurin telur í dag omanfyri 100 starvsfólk.
Vit leggja dent á javnstøðu og fjølbroytni og eggja øllum skikkaðum umsøkjarum at søkja starvið, uttan mun til kyn, aldur ella bakgrund. Eru partar av starvsøkinum nýggir fyri teg, men hevur tú røttu førleikarnar og viljan at læra, hoyra vit fegin frá tær.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag ella eftir nærri avtalu. Starvið er treytað av, at viðkomandi sum verður sett/ur, hevur reina revsiváttan og fær neyðuga trygdargóðkenning frá myndugleikunum.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
- Regin I. Jakobsen, stjóra – tlf. 784400 / rij@fae.fo
- Oddur Mohr Jakobsen, trygdarleiðara – tlf. 784409 / odja@fae.fo
Søk starvið her.
Samrøður verða hildnar so hvørt, og vit tilskila okkum rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar.