P/F ArtiCon
Útgivið
26. august 2026
Útgongur
7. september 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Ófaklært

Lýsing

Kundi tú sæð teg sjálva/n sum maskinførara?

Hetta er ikki bara eitt arbeiði. Tað er eitt handverk. Hvørki tínar royndir ella bakgrund eru avgerandi – tað er tín hugburður og viljin at læra.

Vit leita eftir maskinførarum til gravmaskinu at byrja skjótast til ber. Vit leita eftir royndum maskinførarum, men halt teg ikki aftur, um tú sært eina møguliga framtíð sum maskinførari. Vit geva góða upplæring til tey óroyndu!

Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir.

Dygd, trygd og trivnaður eru nakað, sum hevur týdning fyri teg í tí dagliga.

Arbeiðsøki

  • Kemur at koyra gravmaskinur og arbeiða runt í landinum.
  • Tín vangamynd
  • Tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvør øðrum at røkka settum málum.

Vit vænta, at tú:

  • ert røkin og álítandi
  • ert arbeiðssamur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum maskinførari

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð
  • Møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss
  • Fokus á burðardygd í okkara arbeiði og loysnunum, vit skapa
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, har vit leggja dent á gott samstarv og sálarligan trivnað

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Søk starvið her.

Líknandi størv

Trygdarleiðari til Vága Floghavn   Faroe Islands nýtt
26. august 2026
Starvsfólk til kantinudeildina   Faroe Islands nýtt
26. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið