Hilton Garden Inn
Útgivið
26. august 2026
Útgongur
25. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir ágrýtnum og sjálvbjargnum starvsfólki til okkara kantinuvirksemi at arbeiða 30-35 tímar um vikuna.

Vit hava økt um okkara kantinuvirksemi og hava nú tørv á fryntligum starvsfólk til at hava ábyrgd av at passa dagliga kantinuvirksemið. Talan er ikki um matgerð, men um at passa og viðlíkhalda sjálvtøkuborð á kantinunum umframt at vera um reinførið og hava eitt eyga á smálutum.

Tú tekur móti gestum við einum smíli, og er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá okkara viðskiftafólki. Tí er tað umráðandi:

  • At tú ert ábyrgdarfull/-ur og hevur eyga fyri smálutum
  • At tú arbeiðir sjálvstøðugt
  • At tær dámar væl at vera millum fólk hvønn dag
  • At tú dugur væl at samskifta bæði við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • At tú hevur lætt til smíl

Vit bjóða:

  • Eitt fjølbroytt og sosialt starv
  • Eitt starv í einari deild í stórari menning
  • Eitt gott og væl skipa arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfólkaágóðar

Setan
Starvið verður sett eftir avtalu. Starvsstaðurin verður á ein av kantinum okkara í Tórshavn.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 25.Septembur 2026. Vit halda samrøður leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?

Set teg so í samband við Alexandru á Bøgarði, á Alexandra@hiltongardeninn ella á tlf.

599570

Um okkum:
Hilton Garden Inn Faroe Islands er altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar gestaupplivingar og framúr góða tænastu. Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 283 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk. Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður umframt kantinu- og vistveitingarvirksemi.

Líknandi størv

Dygdarmennari til Dagstovnaøkið   Faroe Islands nýtt
27. august 2026
27. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið