Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
26. september 2026
Útgongur
7. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum søkir við hesum eftir sosialráðgeva til fast starv at byrja 1. novembur 2026 ella skjótast tilber. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna.

Um starvið

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um allar Norðoyggjar. Umsitingin hjá barnaverndartænastuni heldur til í Klaksvík og húsast saman við Trivnaðardeildini Børn & Ung hjá Klaksvíkar kommunu.

Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, ein fakligur samskipari, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Endamálið er at tryggja børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni, fakliga samskiparanum og starvsfólkum á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.

Førleikakrøv

  • Útbúgvin sosialráðgevi ella líknandi.
  • Royndir innan almenna fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur.
  • Royndir við 360 journalskipan kunnu vera ein fyrimunur.

Arbeiðsuppgávan fevnir m.a. um

  • Málsviðgerð av barnaverndarmálum.
  • At ráðgeva og vegleiða barna- og ungdómsfamiljum.
  • At ráðgeva barnaverndarnevndini í lóg um Barnavernd.
  • At fyrireika mál til nevndarviðgerð.
  • At seta í verk fyriskipanir og fylgja teimum upp.
  • At virka sum samskipari í málum, har fleiri myndugleikar eru við.
  • At samstarva tvørfakliga.
  • At vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

Vit leita eftir starvsfelaga, ið

  • Er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum.
  • Megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini.
  • Megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum.
  • Hevur gott yvirlit og dugir at samskipa og leggja til rættis.
  • Hevur góð evni at samstarva og samskifta.
  • Er fleksibul.
  • Tolir at arbeiða undir trýsti.

Vit bjóða tær

Eitt gott arbeiðspláss við einum góðum starvsfólkahópi, har vit raðfesta sosial tiltøk og trivnað. Tú fært møguleika fyri fakligari menning og supervisión.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fast starv á 35 tímar um vikuna. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Starvsfelagið, lønarflokk 7/BA.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, tlf. 287621 ella teldupost tonja@klaksvik.fo.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn

Umsókn, saman við avriti av prógvi, CV, reinari revsiváttan og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinast 7. oktobur 2026.

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilir Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum.

Líknandi størv

26. september 2026
26. september 2026
26. september 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið