Tórshavnar kommuna
Lýsing
Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir sosialráðgeva til børn 0-13 ár
Vilt tú gera ein veruligan mun fyri børn og familjur í truplum lívsstøðum? Og vilt tú vera partur av einum arbeiðsplássi, har faklig dygd, samstarv og menning eru í hásæti?
Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum ágrýtnum og ábyrgdarfullum sosialráðgeva til barnsburðaravloysarastarv fulla tíð, 39 tímar um vikuna.
Starvið fevnir um Tórshavnar, Sandoyar og Skúvoyar kommunur. Arbeiðsstaður er Barnaverndartænastan í Tórshavn.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=145076