Nánd-Heimatænastan
Útgivið
6. oktober 2026
Útgongur
21. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Giljagarður søkir eftir kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv at byrja 01.01.2027 til 31.01.2028. Talan er um starvsbrøk 0,75, ið svarar til eitt miðaltímatal á 30t/viku. Starvast verður í dagtímunum og 3. hvørt vikuskifti í røktini.

Giljagarður er eitt sambýli til 10 fólk, og har arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk.

Fysio- og ergoterapeutar koma regluliga á Giljagarð.

Innihaldið í starvinum sum kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur er, at

  • tryggja og menna sjúkrarøktina á Giljagarði
  • hava ábyrgd av teimum sjúkrarøktarfakligu uppgávunum á Giljagarði við geriatriskum, samansettum,
  • bráðfeingis, somatiskum og sálarligum vandamálsstøðum
  • hava ábyrgd av undirvísing og upplæring av starvsfólkum
  • samstarva tvørfakligt við fleiri fakbólkar bæði innan- og uttanhýsis
  • hava serlig fakøki so sum heilivág, kliniska vegleiðing og palliatión um hendi
  • saman við deildarleiðara tryggja skjalfestan og gera og íverkseta mannagongdir

Vit kunnu bjóða

  • góða innleiðslu, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • góðar møguleikar fyri førleikamenning

Starvsfólk hjá Nánd kunnu venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

Vit vænta at tú

  • hevur áhuga og hegni at arbeiða við eldri fólki og vilt arbeiða útfrá visión, missión og
  • virðisgrundarlagnum hjá Nánd
  • hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjálvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi
  • ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan (PCC)
  • hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at førleikamenna starvsfólkini bæði við sparring og undirvísing
  • dugir væl at málbera teg í skrift og talu og hevur góðan telduførleika

Setanarviðurskifti

Starvið verður at seta 01.01.2027 og lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730282 ella við telduposti sonja@eystur.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til sonja@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Viðmerkjast skal: ”Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð”.

Umsóknarfreistin er 21.10.2026.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið