Nánd-Heimatænastan
Útgivið
26. august 2026
Útgongur
9. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Røktarstarvsfólk til niðaru hædd á eldrasambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu

Vit søkja eftir røktarstarvsfólki í farloyvisstarv til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Farloyvisstarvið er á niðaru hædd. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur fýra dagar um vikuna, og ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.

Dámar tær væl at arbeiða við fólki við demens og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi.

Talan er um

  • Farloyvisstarv á 32 tímar um vikuna at byrja 1. oktober 2026 ella skjótast gjørligt og til 31. august 2027.
  • Arbeiðstíðirnar eru dag- og kvøldvaktir gerandisdagar annað hvørt vikuskifti.

Vit vænta at tú

  • hevur útbúgving sum røktarstarvsfólk
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur vitan og royndir innan demensumsorgan
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • skilir og kanst gera teg forstáiligan á føroyskum ella norðurlendskum
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • tryggjar sjúkrarøktarfakliga skjalfesting
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá búfólkinum

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn

Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Margret Poulsen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost margret@eystur.fo.

Umsókn saman við prógvum, tilvísingum v.m. skulu sendast til: margret@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 09.09.2026 kl. 12.

Meira kann lesast um Nánd her.

Líknandi størv

Trygdarleiðari til Vága Floghavn   Faroe Islands nýtt
26. august 2026
26. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið