Lýsing
Røktardeildin á Gøtubrá søkir eftir heilsuhjálpara til tíðaravmarkað starv.
Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur 3 dagar um vikuna, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk. Ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.
Um starvið
Starvið er á ovaru hæddini. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv at byrja 1. august 2026 ella skjótast aftaná og til 31. januar 2027. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna, skiftandi vaktir og annað hvørt vikuskifti.
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving sum heilsuhjálpari
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- skilir og kanst gera teg forstáiligan á føroyskum ella norðurlendskum
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
Um eingin við heilsuhjálparaútbúgving søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving, so sum ergoterapeutur, ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur ístaðin.
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi arbeiðspláss
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
Starvsfólk hjá Nánd kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 ella teldupost edit@eystur.fo.
Umsókn saman við prógvi, tilvísingum v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo ella:
Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22.07.2026 kl. 12.
Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her.