Tórshavnar kommuna
Útgivið
11. juli 2026
Útgongur
26. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Veita umsorgan, røkt og viðgerð, har búfólkið er í miðdeplinum.
Ert tú ein eldhugaður heilsuhjálpari, við áhuga fyri eldraøkinum, so er tað júst tær vit leita eftir.

Á Ellisheiminum búgva 25 búfólk og her arbeiða áleið 35 starvsfólk. Ellisheimið er eitt 90 ára gamalt røktarheim, sum er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Á Ellisheiminum leggja vit dent á, at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri búfólkini. Vit miða eftir at skapa innihald í degnum og at búfólkini skulu trívast. Hetta gera vit við at gera ymiskar aktivitetir saman við búfólkunum. Dentur verður eisini lagdur á, at hava eitt gott tvørfakligt samstarv, við m.a. læknar, ergo- og fysioterapeutar.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið