Lýsing
Dámar tær at vera úti í náttúruni saman við børnum?
Ynskir tú at arbeiða í einum góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi saman við dugnaligum starvsfelagum?
Hevur tú hug at hava ávirkan á títt dagliga arbeiði og fáa góða tíð til fyrireiking?
So er eitt starv á Eiði kanska júst nakað fyri teg.
Frítíðarstovnurin á Eiði søkir eftir:
- Tveimum námsfrøðingum 20 tímar um vikuna
- Einn námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv 30 tímar um vikuna, frá aug/sep 2026 til aug/sep 2027
Harumframt er møguleiki at fáa tímar í kvøldvirkseminum fyri ung.
Um starvið:
Sum námsfrøðingur verður tú partur av einum toymi, har gott samstarv er avgerandi. Tað er eitt krav, at umsøkjarar hava góð samstarvsevni og duga at arbeiða væl saman við øðrum. Vit vænta harumframt, at tú ert jalig/ur, virkin/ur og dugir at skapa góðar og mennandi upplivingar fyri børnini.
Vit bjóða:
- Eitt jaligt og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
- Dugnaligar og hjálpsamar starvsfelagar
- Møguleika at ávirka títt arbeiði
- Góða tíð til fyrireiking
Møguleiki er at vitja stovnin og hoyra nærri um starvið, áðrenn tú søkir.
Tú kanst seta teg í samband við varaleiðaran á tlf. 583489 ella leiðaran tlf. 740410.
Setanarviðurskifti:
- Byrjan: 1. august 2026 ella skjótast gjørligt
- Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag
- Umsóknarfreist: 19. mai 2026 kl. 14.00
- Umsókn, prógv o.a. sendast til: korndalsgardur@eidi.fo
Faldari um stovnin er at finna her:
https://www.eidi.fo/wp-content/uploads/2023/07/Korndalsgardur-FALDARI-2023.pdf
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjarin verður settur í starv.