Lýsing
Vilt tú vera partur av einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsplássi?
Apoteksverkið søkir eftir einum dugnaligum og álítandi handverkara til Teknisku deild. Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú saman við starvsfeløgum fert at tryggja, at bygningar, tøknilig útgerð og arbeiðsgongdir virka væl og trygt.
Arbeiðsuppgávur
Sum húsavørður í Teknisku deild verður tú við til at:
- Røkja og viðlíkahalda bygningar og tekniska útgerð hjá Apoteksverkinum
- Luttaka í framleiðslu av heilivágsfóðri á Framleiðsluapotekinum, tá tørvur er á tí
- Greiða ymiskar fyrifallandi arbeiðsuppgávur
- Arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfelagar tvørtur um deildir
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur handverkaraútbúgving, helst innan maskin- ella el-fakið
- Hevur koyrikort til bil
- Ert til reiðar at koyra trukk (vit syrgja fyri neyðugari útbúgving og loyvi)
- Ert ábyrgdarfull/ur, álítandi og arbeiðir skipað
- Hevur góð samstarvsevni og trívist í einum arbeiðsumhvørvi, har samstarv hevur stóran týdning
- Ert virkin, nærløgd/lagdur og ein góður starvsfelagi
- Hevur góðan telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða tær
- Eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv
- Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
- Eitt arbeiðspláss við trivnaði og góðsku í hásæti
- Samstarv við nógvar ymiskar fakbólkar í einum týdningarmiklum almennum virki
Løn og setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært galdandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Samband
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Asbjørn Pálsson
Tekniskur leiðari
211149
asbjornp@apotek.fo
Umsókn
Send umsókn saman við lívsrensli (CV), møguligum viðmælum og upplýsingum um viðkomandi arbeiðsroyndir við at trýsta HER
Umsóknarfreist
20. Septembur 2026
Um Apoteksverkið
Apoteksverkið hevur ábyrgd av at framleiða, flyta inn, goyma, pakka, handla við og útflýggja heilivág í Føroyum. Virksemið umfatar Landsapotekaraembætið, Framleiðsluapotekið og fimm apotek kring landið.
Les meiri um okkum á www.apotek.fo