SIRI
Lýsing
Vit eru eitt gott og serligt toymi, sum brennur fyri at veita viðskiftafólki okkara bestu ráðgeving og tænastu.
Umframt undirklæði av allarbestu dygd, selja vit eisini servørur, so sum bandagur av ymiskum slagi. Vit hava eisini eitt úrval av heilsukosti, húðrøkt og Birkenstock-skóm og -sandalum. Heimaklæði, svimjiklæði og náttklæði – eisini til hansara.
Vit ímynda okkum, at tú:
- ert fyrikomandi og dugir at samskifta við nógv ymisk fólk
- hevur natúrligan áhuga fyri at veita bestu persónligu tænastuna
- arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- ert álítandi og fleksibul
- kanska hevur royndir úr handli, hetta er tó eingin treyt.
Arbeiðsuppgávur:
- vegleiða og avgreiða kundar
- halda handilin snøggan og ruddiligan
- aðrar dagligar handilsuppgávur
Vit bjóða:
- parttíðarstarv
- eitt fjølbroytt starv í góðum umhvørvi
- tætt samband við kundar og møguleikan at gera mun
- eitt arbeiðspláss, har góð tænasta og persónlig avgreiðsla gera munin
Kom inn á gólvið ella ring ella skriva fyri at hoyra meira.
Send gjarna eina umsókn til:
siri@siri.fo
ella til:
Siri, Dr. Jacobsens gøta 19, 100 Tórshavn
Send gjarna eina umsókn til:
siri@siri.fo
ella til:
Siri, Dr. Jacobsens gøta 19, 100 Tórshavn