J&K Petersen
Útgivið
20. april 2026
Útgongur
1. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

KJ&K Petersen leitar eftir tornkranaførara til verkætlanina við nýggjari Glyvra kirkju.

Sum kranaførari verður tú ein lyklapersónur á verkætlanini. Høvuðsuppgávan verður at føra tornkranan, og annars fyrifallandi arbeiði tá ið onki er av hiva.

Rætti umsøkjarin hevur eisini rættan hugburð til trygd og umhvørvið.

Um teg
Royndir sum kranaførari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tað hevur størri týdning, at tú sum persónur ert:

  • álítandi
  • arbeiðssamur
  • og hevur góð samstarvsevni.

Krøv

  • Tornkranaloyvi
  • koyrikort

Vit kunnu bjóða
Góða løn og treytir sambært avtalu.

Søk starvið
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi starvinum ert tú vælkomin at ringja til Trúgva Reinert Kjeld, verkætlanarleiðara, á telefon 585070.

Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til starv@jkp.fo. Freistin er fríggjadagin 1. mai 2026. Samrøður verða hildnar leypandi og starvið verður sett sum skjótast.

Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
1. april 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið