VERT
Útgivið
20. april 2026
Útgongur
5. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Slag
Summarstarv

Lýsing

Droymir tú um eitt fjølbroytt summarstarv innan ferðavinnu, har tú samskiftir við fólk úr øllum heiminum og skapar upplivingar, sum gestir minnast?

Vit sóknast eftir tímaløntum starvsfólki til tíðarskeiðið mai til september.

Tú fært góða upplæring og verður partur av einum vælskipaðum toymi.

Um starvið
Vert umsitur yvir 200 summarhús og íbúðir kring alt landið. Okkara gestir ferðast higar úr øllum heiminum, og alt Føroyar er okkara gistingarhús. Tú kemur at starvast í einum altjóða umhvørvi, og hetta er ein gyltur møguleiki at menna tínar førleikar innan ferðavinnu og samskifti.

Dagliga arbeiðið fevnir um samskifti við gestir, eigarar, reingerðingsfólk og húsavørðar, so vit tryggja eina góða uppliving fyri allar partar.

Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:

  • Samskifti umvegis telefon og á skrift
  • Handfaring av bókingarviðusrskiftum og fyrispurningum
  • Fyrisitingarligar uppgávur eftir tørvi
  • Arbeiðsumhvørvið er merkt av opinleika og hjálpsemi, og vit leggja stóran dent á samstarv, trivnað og fakligan vøkstur.


Vit leita eftir tær, sum hevur áhuga fyri samskifti og trívist við at arbeiða við fólki. Tú hevur eina smílandi rødd, sær tørvir og hevur eitt sjálvstøðugt og skipað arbeiðslag, so allar uppgávur verða avgreiddar við nærlagni og tryggleika.

Tú dugur væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum, hevur koyrikort og er klár/ur at fara út at hjálpa gestum.

Til tíðir kann arbeiðstrýstið vera høgt, og tú fert at sita við fleiri uppgávum samstundis. Tí er umráðandi, at tú megnar at halda høvdið kalt undir trýsti og hugsar í loysnum.

Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt, og arbeiðstíðirnar verða lagdar við atliti at bæði tørvi og trivnaði, so tú fært ein fjølbroyttan og væl skipaðan arbeiðsdag.

Kundatænastan er opin allar dagar, og tú verður partur av eini vaktarskipan, sum eisini umfatar tilkallivakt. Arbeiðsstaðurin er á skrivstovu okkara á Hjalla 7B í Hoyvík.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvið er tímalønt.

Umsókn og freist
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum á hr@vert.fo.

Freistin at søkja starvið er 5. mai 2026.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ritu Heradóttir, rakstrarstjóra á tel. 725054 ella rita@vert.fo.

Um Vert
Vert umsitur yvir 200 summarhús og íbúðir kring Føroyar og tók ímóti áleið 17.000 gestum í 2025.

Vit eru ein leiðandi aktørur á summarhús- og gistingarmarknaðinum í Føroyum, við sterkum vakstrarprofili og spennandi framtíðarætlanum. Vit trúgva uppá opinleika í samstarvi, nýhugsandi loysnir og álítandi tænastu.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið