Sp/f Omaná
Útgivið
26. august 2026
Útgongur
8. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Droymir tú um at arbeiða við køkum, dessertum, bakstri og heimagjørdum føroyskum gelatto-ísi?
Vit leita eftir einum ágrýtnum og hugagóðum kondittaralærlingi, sum hevur hug at læra eitt handverk við denti á góðsku, kreativiteti og sum hevur eyga fyri smálutum.

Vit vænta, at tú:

  • hevur áhuga fyri køkum og bakstri
  • ert ágrýtin, álítandi og røkin
  • hevur hug at læra og menna teg
  • trívist í einum arbeiði, har eingin dagur er eins

Vit bjóða:

  • Góða og fjølbroytta upplæring innan køkum og dessertum
  • Eitt kreativt arbeiðspláss við høgum fakligum støði
  • Góðar starvsfelagar og eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Møguleikan at menna teg innan eitt spennandi handverk
  • Hevur tú hug at gerast partur av okkara toymi?

Send okkum eina umsókn her og fortel eitt sindur um teg sjálvan, ella kom framvið til eitt prát. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Fyri meira kunning um útbúgvingina, sí her: https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/matur/kondittari

Líknandi størv

Trygdarleiðari til Vága Floghavn   Faroe Islands nýtt
26. august 2026
26. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið