Lýsing
»Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur á Tjarnargarði«.
Á Tjarnargarði verður søkt eftir einum kostfakligum starvsfólki á starvsbrøk 0,875, svarandi til 35 tímar um vikuna við starvsbyrjan 1. november 2026 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er í dagtímunum gerandisdagar frá kl. 8 til 15, og fjórðahvørt vikuskifti frá kl. 9 til 15. Um kostfakligt starvsfólk ikki søkir, kunnu onnur verða sett í tíðaravmarkað starv.
Á Tjarnargarði eru tvær deildir, Lava-/Luddalon, har sum 24 búpláss eru til eldri borgarar. Og demensdepilin við 17 plássum, har vit veita búpláss og umlætting til borgarar við demenssjúku. Harumframt hava vit 12 pláss í dagtilboðnum og veita fysio- og ergoterapi.
Køkurin er ein nýggjur proffesionellur stovnskøkur frá 2021, og hevur løggilding sum móttøkukøkur. Matframleiðslan á Tjarnargarði er til 41 borgarar, og umfatar millummáltíðir, nátturða og bakstur, sum alt verður gjørt á Tjarnargarði.
Døgurðin og okkurt omaná verður dagliga gjørt á Lágargarði, og koyrt út til Tjarnargarð.
Tú hevur ein leiðandi føðsluatstøðing afturat tær, sum hevur starvast í køkinum á Tjarnargarði í nógv ár, og sum tú kemur at starvast saman við til dagliga.