Skopunar skúli
Útgivið
21. maj 2026
Útgongur
4. juni 2026
Staður
Skúlavegur 13, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Tíðaravmarkað starv
T-post
karun.kjaerbo@skulin.fo

Lýsing

Lærarastørv skúlaárið 2026-2027 í Skopunar skúla

05.06.2026
Til skúlaárið 2026-2027 eru hesi størv leys at søkja í Skopunar skúla:
• Eitt fast lærarastarv við setan frá 1. august 2026.
• Eitt tíðaravmarkað starv at lesa avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett í septembur 2026

Søkt verður eftir lærara, sum:
• Undir ábyrgd leiðslunnar tekur lut í dagliga arbeiði skúlans
• Kann átaka sær flokslæraraleiklutin
• Kann undirvísa í flest øllum lærugreinum í 1. til 5. flokki
• Er fyrikomandi og jaligur
• Hevur eitt breitt menniskjasýni
• Dugir at samstarva
• Dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt
• Er stundisligur og nærlagdur
• Er við til áhaldandi at menna skúlan
• Hevur hug og førleikar at arbeiða við KT

Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava læraraútbúgving, tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum fóti við tey, sum longu hava lokið prógv.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sko@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 05. juni kl. 13.00.

Meira fast at vita um størvini við at seta seg í samband við Kárun O. Kjærbo, skúlastjóra á tlf. 217696 ella við at senda ein teldupost til karun.kjaerbo@skulin.fo

 

Líknandi størv

Innsavnari til húsarhaldsposar   Faroe Islands nýtt
21. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið