Tannlæknastovan á Lützenstrøð
Útgivið
20. august 2026
Útgongur
2. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum tænastusinnaðum persóni, ið hevur hug at koma í læru sum tannatstøðingur hjá okkum. Tannlæknastovan er á Lützenstrøð í Havn, og her eru vit tríggir tannlæknar, tveir tannrøktarar, fýra tannatstøðingar og ein bókhaldari.

Um lærutíðina

Lærutíðin sum tannatstøðingur er 3 ár og tú skalt í skúla í Danmark í 34 vikur yvir trý skúlaskeið, sum endar við eini próvtøku. Tá tú ert í skúla, býrt tú á einum skúlaheimið, ið hoyrir til skúlan.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina á Yrkisdeplinum.

Tínar arbeiðsuppgávur

Tá tú ert til arbeiðis á tannlæknastovuni, fært tú eina grundleggjandi vitan um tannrøkt og fyribyrging av holum og tannsjúkum umframt annað, sum fyriferst á eini tannlæknastovu. Vit eru øll fús at gera okkara til, at tú fært eina góða upplæring frá okkum, sum starvast her.

Uppgávurnar hjá tær verða:

  • at arbeiða saman við- og hjálpa tannlæknanum
  • at taka røntgenmyndir
  • sterilisatión av amboðum
  • telefonmóttøka
  • innkeyp
  • umframt aðrar uppgávur

Vit vænta, at tú:

  • ert ágrýtin
  • ert blíð/blíður
  • ert tænastusinnað/-ur
  • dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • dugir væl at samstarva við ymisk fólk
  • dugir at arbeiða undir trýsti
  • ert hjálpsom/-samur

Vit eru eitt toymi og tað er avgerandi, at tú eisini ert sinnað/-ur at hjálpa til, har sum á stendur.

Starvið og løn

Starvið er fulla tíð og vit vóna at seta lærlingin 1. oktober 2026. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólvá Eystberg, stjóra, á telefon 217655.

Umsókn

Send umsóknina til Sólvá Eystberg, stjóra, á se@tannlakni.fo í seinasta lagi 2. september 2026.

Líknandi størv

Trygdarleiðari til Vága Floghavn   Faroe Islands nýtt
26. august 2026
26. august 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið