Roknskaparfelagið
Útgivið
14. juni 2021
Útgongur
1. juli 2021
Staður
J.C. Svabosgøta 48 Postboks 2210 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú HH prógv ella líknandi og ynskir at sleppa í skrivstovulæru? So er tað kanska júst tær vit leita eftir. Roknskaparfelagið søkir eftir einum ungum, dugnaligum og fryntligum starvsfelaga at byrja sum skrivstovunæmingur við sergrein í grannskoðan.

Starvið
Arbeiðið fevnir um bókhald, mvg., skatt, skrivstovuhald og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávum. Í lærutíðini skalt tú taka nøkur skeið innan grannskoðarayrkið á Aarhus Business College. Lærutíðin er tvey ár.

Tínir førleikar
Kravið er, at tú hevur HH prógv ella aðra líknandi útbúgving. Harumframt ert tú framsøkin at røkka settum málum og arbeiðir effektivt og sjálvstøðugt við stórum nærlagni.

Vit bjóða
Hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv við góðum møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Tá ið tín skrivstovuútbúgving er liðug, fært tú møguleika at lesa víðari til HD í roknskapi, samstundis sum tú heldur fram í starvi hjá okkum.

Umsókn

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. juli 2021, og eftir ætlan verður starvið sett 1. september 2021.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Olaf Frits Joensen, skrásettur grannskoðari, á tlf. 309400 ella við teldubrævi til olaf@roknskap.fo.

Umsóknir skulu sendast til roknskap@roknskap.fo

Um okkum
Roknskaparfelagið skrásettir grannskoðarar Sp/f er ein fyritøka í støðugari menning og vøkstri. Í dag starvast átta fólk dagliga á skrivstovuni og veitir felagið tænastur til eina røð av kundum, sum hava áhugamál bæði í Føroyum og uttanlands.

Okkara endamál er at veita dygdargóðar tænastur innan grannskoðan, roknskap, bókhald, mvg., skatt, ráðgeving og aðrar tilknýttar uppgávur. Vit leggja stóran dent á fakliga góðsku og tætt samskifti við kundan.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið