Rent a Bike & Outdoor
Útgivið
7. september 2026
Útgongur
19. september 2026
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Sum súkklumekanikaralærlingur fært tú eina spennandi útbúgving, har tú lærir at arbeiða við súkklum í praksis, samstundis sum tú hevur skúlagongd sum part av útbúgvingini.

Tú lærir millum annað at kanna, stilla, samla og umvæla ymisku lutirnar á súkkluni, so sum gear, bremsur, hjól og róður. Tú kemur eisini at arbeiða við fleiri ymiskum sløgum av súkklum, bæði vanligum súkklum og el-súkklum.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna eisini um at samla nýggjar súkklur, selja súkklur og súkkluútgerð, umframt at leiga súkklur út og viðlíkahalda leigusúkklur.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur, at tú trívist í einum lívligum umhvørvi og hevur áhuga fyri mekaniskum arbeiði, handli og ferðavinnu.

Starvið verður sett skjótast til ber.

Skúlagongd:
Tá ið tú ert í læru sum súkklumekanikari, fert tú á skúlaskeið í Danmark í fýra umførum. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her.

Útbúgvingarlongd:
3 ár og 3 mánaðir býtt millum lærupláss og skúla.

Upptøkukrøv:
Fyri at verða upptikin krevst, at tú hevur 9. floksprógv.

Løn:
Lærlingaløn verður ásett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

Umsókn:
Send okkum eina umsókn við CV, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum til rentabike@rentabike.fo Starvið verður sett skjótast møguligt.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bartal í Gongini á telefon 270 600.

RENT A BIKE & OUTDOOR er ein súkkluhandil, súkkluverkstaður og ferðavinnufyritøka í Tórshavn. Vit selja súkklur, el-súkklur, súkkluútgerð, rulliskoytur, rennihjól og skateboard, og vit hava eitt virkið verkstað, har vit umvæla og viðlíkahalda bæði privatar súkklur og okkara egnu leigusúkklur.

Vit hava eisini eina stóra leigudeild við meira enn 60 leigusúkklum og bjóða ymiskar túrar við ferðaleiðara. Hjá okkum verður arbeiðið tí fjølbroytt, og tú kemur at læra um súkklur bæði í handli, verkstaði, útleigan og ferðavinnu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið