Lýsing
Depilin Skálagarður í Klaksvík er ein bú-, umlættingar- og endurmenningardepil fyri fólk við seinheilaskaða í aldrinum 18-67 ár. Skálagarður er partur av eindini Bústaðir Likamligt brek í Almannaverkinum og í løtuni búgva 5 fólk á deplinum.
Endamálið við virkseminum á Skálagarði er at endurmenna og viðlíkahalda mistar førleikar, umframt at varðveita lívsgóðskuna og sjálvbjargni, so tann einstaki kann liva eitt virðiligt lív.
Um starvið
Starvið er fulla tíð, og verður sett skjótast gjørligt.
Nýggi leiðarin vísir til eindarleiðaran og verður partur av einum leiðslutoymi, sum umframt eindarleiðaran, er fimm leiðarar.