Lýsing
Farloyvisstarv frá 1. september 2026 til 31. august 2027
Hevur tú áhuga fyri børnum, námsfrøðiligari menning og góðari leiðslu?
Frítíðarskúlin við Stórá, í Runavíkar kommunu, søkir eftir ágrýtnum, nærverandi og skipaðum leiðara at byrja 1. september, ella skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað til 31. august 2027.
Um Frítíðarskúlan við Stórá
Í Frítíðarskúlanum við Stórá stremba vit hvønn dag eftir at skapa tryggar, mennandi og kveikjandi karmar fyri børnini.
Vit leggja dent á sosiala, persónliga og kreativa menning, og okkara arbeiði byggir á nærveru, trivnað og virðing fyri einstaka barninum.
Vit vilja skapa rúm og møguleikar fyri spæli, læru og menning í okkara gerandisdegi.
Um 170 børn í aldrinum 5-9 ár eru knýtt at Frítíðarskúlanum við Stórá. Tilboðið er skipað í góðum og barnavinarligum kørmum í Rituvík og á Glyvrum.
Í Rituvík er virksemið býtt á tveir matriklar, so børnini fáa góðar og hóskandi karmar eftir aldri og tørvi. Her eru børnini, sum ganga í forskúla og 1. flokki, meðan børnini í 2. flokki eru á Glyvrum.
Um starvið
Sum leiðari setur tú námsfrøðiligu kósina og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni, rakstrinum og námsfrøðiligu menningini. Tú arbeiðir tætt saman við einum dugnaligum starvsfólkatoymi og hevur ein týðandi leiklut í samstarvinum millum foreldur, skúla, kommunu og aðrar viðkomandi partar.
Tí er týdningarmikið, at tú dugir at sameina góða starvsfólkaleiðslu við eina greiða námsfrøðiliga kós og at skapa karmar fyri trivnaði og menning.
Tínar høvuðsuppgávur
- Hava dagligu leiðsluna og raksturin av Frítíðarskúlanum við Stórá
- Tryggja trivnað og námsfrøðiliga dygd
- Leiða, stuðla og menna starvsfólkahópin
- Skapa og styrkja samstarv við foreldur, skúla, kommunu og onnur
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving sum námsfrøðingur
- hevur leiðsluroyndir, ella vilja og førleika at taka leiðsluábyrgd
- dugir væl at samskifta og skapa gott samstarv
- hevur yvirlit og evni at kveikja og menna starvsfólkahópin
- ert ábyrgdarfull/ur, álítandi og við einum jaligum hugburði
Vit bjóða tær
- Eitt fjølbroytt og spennandi leiðarastarv
- Gott samstarv við starvsfólk, foreldur, skúla og kommunu
- Møguleika fyri fakligari og persónligari menning
- Ein gerandisdag við ábyrgd og har tú gert mun
Soleiðis søkir tú starvið
Hvar: Send umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl umvegis alfred.fo
Umsóknarfreist: 9. august 2026
Setanarsáttmáli: Sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya.
Spurningar? Set teg í samband við Rógva Nybo, trivnaðarleiðara á tlf. 237045
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!