J&K Petersen
Útgivið
19. juli 2026
Útgongur
28. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Tað eru fólk, sum síggja uppgávur. Og so eru tað fólk, sum síggja samanhangin.

Vit leita eftir einum leiðslusamskipara, sum skal vera bindiliðið millum leiðslu, fyrisiting og deildarleiðslu. Hetta er eitt starv til tín, sum trívist við at skapa yvirlit, fáa arbeiðsgongdir at hanga saman og tryggja, at góðar avgerðir bæði verða framdar og fylgdar upp.

Hetta er ikki eitt vanligt skrivstovustarv, men eitt starv til tín, sum hevur evni at samskipa, raðfesta, hugsa tvørgangandi og skapa framdrift.

Starvið er nýtt, og verður ein týðandi partur av menningini av fyrisitingini og samstarvinum tvørtur um felagið.

Tú verður ein týðandi sparringspartnari hjá stjóran, deildarleiðarum og stuðulsfunktiónum og kemur at arbeiða tvørtur um alla fyrisitingina.

Starvið fevnir millum annað um:

  • leiðslu- og fyrisitingarstuðul, herundir at tryggja, at fyrisitingarligar uppgávur verða fylgdar til dyrnar og harvið stuðla undir eina samanhangandi og effektiva fyrisiting,
  • samskipan av fyrisitingini, herundir at samskipa praktiskar fyrisitingarligar uppgávur, so sum íverksetan av nýggjum mannagongdum og skipanum,
  • KT-samskipan, umframt yvirskipaða ábyrgd fyri KT-trygd og GDPR,
  • samskipan av stuðulsfunktiónum og at vera samskiftislið millum leiðslu og stuðulsfunktiónir,
  • samskipan av arbeiðinum hjá kantinu- og reingerðarstarvsfólkinum (partvís starvsfólkaábyrgd),
    menning og góðska, herundir at eyðmerkja møguleikar at menna arbeiðsgongdir og mannagongdir.

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum við góðum møguleikum fyri fakligari menning og førleikamenning,
  • eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi,
  • løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.

Um teg

Tað er umráðandi, at tú sum leiðslusamskipari ert:

  • sera skipað/ur,
  • jalig/ur og tænastusinnað/ur av lyndi,
  • opin fyri nýggjum hugsanarháttum og arbeiðsháttum.

Umsókn
Umsóknin skal sendast til sap@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 28. august 2026.

Samrøður verða hildnar leypandi, og starvsbyrjan er eftir nærri avtalu.

Vilt tú vita meira um starvið og fyritøkuna, so ring til Sigtór A. Petersen, stjóra, á telefon 585009, ella skriva til sap@jkp.fo.

 

Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 110 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

Málsviðgeri innan umhvørvi   Faroe Islands nýtt
19. juli 2026
19. juli 2026
Juniormeistari til Smyril Line   Faroe Islands nýtt
17. juli 2026
Varaleiðari til Miðstovnin   Faroe Islands nýtt
17. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið