Lýsing
Smyril Line søkir eftir einum leiðslusamskipara, sum fær ein miðsavnandi leiklut í okkara leiðsluskrivstovu. Hetta er eitt spennandi starv fyri teg, sum trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsdegi, har tú kemur at vera tætt upp at avgerðum, sum koma at mynda felagið frameftir.
Um starvið
Sum leiðslusamskipari fært tú møguleika at virka fyri at skapa yvirlit, struktur og framfýsni, samstundis sum tú stuðlar stjóranum og leiðsuskrivstovuni í dagliga arbeiðinum. Tú hevur ábyrgd av at fyrireika og samskipa fundir, tryggja dygd í tilfari og fylgja upp uppá avgerðir og tiltøk. Tú verður skrivari hjá stjóra felagsins, har tú fyrireikar fundir, tekur ímóti gestum, gert ferðaskráir og annað líknandi skrivaraarbeiði. Starvið fevnir eisini um praktiskar samskipanaruppgávur og skjalasavnan.
Til starvið krevst ein persónur sum er væl skipaður, sjálvstøðugur og dugir at hava yvirlit í einum avbjóðandi arbeiðsdegi við nógvum fjølbroyttum uppgávum.
Tínar høvuðsuppgávur verða, at:
- Fyrireika leiðslu- og nevndarfundir
- Vera skrivari hjá stjóranum
- Framleiða og skipa framløgur og tilfar fyri stjóra og leiðsluskrivstovuna
- Samskipa innanhýsis samskifti
- Leiða verkætlanir
- Veita praktiska avgreiðslu fyri stjóra og leiðsluskrivstovuna
Tín vangamynd
- Hevur hóskandi útbúgving og arbeiðsroyndir
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
- Dugir framúr væl at skriva og samskifta á bæði føroyskum og enskum
- Hevur gott eyga fyri smálutum og ert stinn/ur til Word, Excel og PowerPoint
- Trívist at arbeiða í einum umhvørvi við nýggjum og spennandi avbjóðingum
- Ert væl skipað/ur og megnar at varðveita yvirlit
Starvssetan og umsóknarfreist
Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu, helst skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Freistin at søkja er 15. mai 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jórun Gardar, fyrisitingarstjóra, á tel. 23 59 12 ella á jorun@smyrilline.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norrönu og farmaskipini Mykines og Glyvursnes. Harumframt rekur reiðaríið farmaskipið Lista. Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.