Sansir
Útgivið
2. november 2026
Útgongur
16. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Parttíðarstarv, Fast starv, Lærupláss, Faklært
T-post
starv@sansir.fo
Heimasíða

Lýsing

Hevur tú fingurin á pulsinum, tá ið tað snýr seg um sosialar miðlar? Dámar tær at taka myndir, framleiða reels og skriva stuttar tekstir? Lesur tú samskifti, marknaðarføring ella okkurt annað kreativt? Og hevur tú hug at fáa tær royndir, meðan tú ert undir útbúgving?

Um ja, so leita vit eftir tær!

Vit søkja eitt orkufult og ágrýtið starvsfólk, sum fylgir við nýggjastu rákunum á sosialum miðlum, elskar at skapa spennandi content og sum fær ting at henda.

Tínar uppgávur eru eitt nú:

  • Fylgja við nýggjastu rákum og møguleikum á sosialum miðlum
  • Vegleiða og leggja contentætlanir fyri okkara kundar og fyri Sansir
  • Skapa content til sosialir miðlar
  • Skriva stuttar tekstir
  • Annað fyrifallandi arbeiði t.d. at samskipa og luttaka í fokusbólkum og casting

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og skapandi arbeiðspláss
  • Áhugaverdar kundar og uppgávur
  • Dugnaligar starvsfelagaðar
  • Viðkomandi førleikamenning
  • Góða útgerð

Vit vænta, at tú:

  • Hevur miðnámsútbúgving ella líknandi
  • Hevur koyrikort
  • Tosar og skrivar føroyskt
  • Hevur gott innlit í sosialar miðlar og veit, hvat riggar
  • Brennur fyri at skapa content og vegleiða um sosialar miðlar
  • Tekur ábyrgd og fær tingini gjørd
  • Arbeiður skjótt, skipað og sjálvstøðugt

Løn og setanartreytir
Starvið er tímalønt og fevnir um umleið 10 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar kunnu vera ymiskar, og viðhvørt kann arbeiðið liggja um kvøldið, í vikuskiftum ella í ferium. Løn verður ásett eftir avtalu.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Barbaru Mariu Lamhauge á tel. 299375. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til starv@sansir.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. novembur 2026.

Kom og arbeið hjá okkum
Vit leita altíð eftir
nýggjum evnaríkum fólkum
Send umsókn

sí lýsing her

Líknandi størv

Lestrarstarv á Byggimálsdeildini   Faroe Islands nýtt
30. oktober 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið