Apoteksverkið
Útgivið
2. november 2026
Útgongur
17. november 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fulltíðarstarv, Tíðaravmarkað starv, Faklært
T-post
ejn@apotek.fo

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til spennandi starv á Framleiðsluapotekinum. Viðkomandi verður partur av skamtanartoyminum, sum pakkar skamtaðan heilivág til áleið 1700 kundar. Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv.

Starvið
Arbeiðið krevur tætt samstarv við hini í toyminum, og toymið skipar í stóran mun dagliga arbeiðið í pakkingini. Tú skalt bæði taka tær av maskinuni, sum pakkar heilivágin, og vera við til at tryggja, at alt verður gjørt rætt og skynsamt. Tú skalt eisini handfara tær nógvu vørurnar, sum skulu nýtast til pakkingina. Harumframt skalt tú vera tøk/ur til fyrifallandi uppgávur.

Talan er um eitt áhugavert starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.

Tínir førleikar
Vit vænta, at tú ert røkin, álítandi og ábyrgdarfull/ur. Arbeiðið krevur nærlagni, so vit vænta at tú dugir væl at skipa arbeiðið. Tú dugir at brúka teldu og hevur hug at royna teg við pakkimaskinuni. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi. Tað kann vera ein fyrimunir at hava royndir við vøruhandfaran ella framleiðslu.

Setanarviðurskifti
Starvið er ásett at vera fulla tíð og arbeitt verður vanliga arbeiðstíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 28. februar 2028. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tel. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. november 2026. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinki.

Les meira um okkum á www.apotek.fo

Líknandi størv

Mowi søkir eftir elektrikara   Faroe Islands nýtt
2. november 2026
2. november 2026
Lestrarstarv á Sansum   Faroe Islands nýtt
2. november 2026
Lúsatálmari til Bakkafrost   Faroe Islands nýtt
2. november 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið