Listasavn Føroya
Útgivið
6. maj 2026
Útgongur
27. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Listasavn Føroya søkir eftir listfakligum ráðgeva til at umsita og menna arbeiðið við listprýðingum hjá landinum.

Vit leita eftir einum starvsfólki við breiðum listfakligum førleikum og royndum við verkætlanararbeiði til at samskipa, ráðgeva og menna mannagongdir fyri listprýðing í byggiverkætlanum hjá landinum. Starvið er hálvtíðarstarv og fevnir millum annað um at vegleiða byggiánarar og listprýðisnevndir, skráseta listprýðingar hjá landinum og tryggja, at list verður hugsað inn í byggiverkætlanir hjá landinum á einum fakliga høgum stigi.

Almenn listprýðing er ein týdningarmikil partur av okkara felags umhvørvi. Hon er við til at skapa dygd, samleika og upplivingar í almenna rúminum, og tí krevur arbeiðið bæði listfakligt innlit, skipanarligt yvirlit og góð samstarvsevni.

Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólk í Landsverki, byggiánarar, ráðgevar og onnur, sum eru knýtt at byggiverkætlanum hjá landinum. Starvið er á Listasavni Føroya og verður undir leiðslu av savnsstjóranum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at:

  • ráðgeva byggiánaranum um listprýðing í byggiverkætlanum hjá landinum
  • ráðgeva listprýðisnevndum, ið verða settar í sambandi við byggiverkætlanir hjá landinum
  • ráðgeva landsstýrisfólki og myndugleikum í málum um listprýðing
  • menna mannagongdir og fakligar karmar fyri arbeiðið við listprýðingum hjá landinum
  • menna og føra skrá yvir listprýðingar og aðra list hjá landinum
  • ráðgeva í málum um viðlíkahald, varðveiting og umvæling av listprýðingum hjá landinum

Vit vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi listfakliga útbúgving
  • hevur royndir við at samskipa verkætlanir
  • hevur góðan kunnleika til list og føroyska mentanarøkið
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
    hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða tvørtur um fakøki
  • hevur góðar málsligar førleikar
  • Starvið er hálvtíðarstarv og verður sett frá 1. juli 2026 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Starvið verður lønt eftir viðkomandi sáttmála.

Soleiðis søkir tú:
Send umsókn og lívsrensl til solveig@art.fo í seinasta lagi mikudagin 27. mai kl. 12:00

Vit vænta at kalla inn til samrøðu í vikuni eftir umsóknarfreistina.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Solveig Hanusardóttur Olsen, savnsstjóra, á solveig@art.fo og tel. 21 42 82

Les meira um Listasavn Føroya á art.fo

Líknandi størv

Listfakligur ráðgevi til listprýðingar hjá landinum   Gundadalsvegur 9, Faroe Islands nýtt
6. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið